Hop til indhold
Føroya Rættur

Gjaldssteðgur 

Hvat er ein gjaldsteðgur?

Gjaldsteðgur er ein fyribils steðgur við at gjalda skuld. Tilsjón verður tilnevnd, vanliga ein advokatur.

Endamálið við gjaldsteðgi er, at skuldarin fær andarúm fyri at skapa sær yvirlit yvir fyritøku síni og tryggja sær framhald av henni, t.d. við umlegging ella tilførslu av kapitali. Gjaldsteðgur gevur skuldaranum freist til at koma við uppskoti um eina heildarloysn við ognaranum, t.d. eina sjálvbodna skuldarsemju ella neyðskuldarsemju. Eisini kann endamálið við gjaldsteðgi vera at selja eina fyritøku í rakstri ella ein part burturúr, fyri at fáa betri prís fyri fyritøkuna, enn um fyritøkan bleiv seld aftaná húsagang.

Gjaldsteðgur førir millum annað við sær, at  ognararnir (kreditorerne) ikki hava møguleika at fremja úttøku ella lóghald hjá skuldaranum. Skuldarin kann enn taka avgerðir- t.d. selja vørur, gjalda neyðugar nýggjar rokningar og gera avtalur- men kann ikki taka størri avgerðir, hesar kunnu bert fremjast, um tann valda tilsjónin gevur sítt samtykki. Tilsjónin kunnar leypandi ognaranar (kreditorerne) um umstøðurnar hjá skuldaranum.

Reglurnar um gjaldsteðg eru at finna í konkurslovens partur 1, kapittul 2.

 

Gjaldsteðgur – hvussu?
Fráboðan um gjaldsteðg verður latin skiftirættinum í Tórshavn. Bæði fysiskir og juridiskir persónar, tvs. vinnufeløg, grunnar, felagsskapir ella líknandi kunnu fráboða gjaldsteðgi.

Fráboðan um gjaldsteðg skal altíð vera skrivlig, og navn og bústaður hjá skuldaranum skal síggjast. Harumframt skal hon umfata uppskot til, hvør ið skal fremja tilsjón, og skrivlig váttan frá viðkomandi, ið er skotin upp sum tilsjón, um at viðkomandi ynskir at vera tilsjón og lýkur gegnistreytirnar (habilitetskrav) í konkurslovens § 238. Ein fráboðan, ið ikki lýkur síðstnevndu krøv, hevur ikki virknað. 

Tá ið boðað verður frá gjaldsteðgi skal eitt rættargjald uppá 500 kr. gjaldast, og harumframt skulu vinnufeløg viðleggja tekningar – úrskrift frá Skráseting Føroya ella øðrum, ið vísur, at undirritarnir hava heimild til at virka vegna felagið. Ein tekningar-úrskrift skal ikki vera meira enn 3 mánaðar gomul.

Gongdin í einum gjaldsteðgi:
So skjótt sum skiftirætturin hevur móttikið eina fráboðan um gjaldsteðg, tilnevnir skiftirætturin eina tilsjón fyri skuldaran og ásetur tíð til fund við ognararnar. (kreditorerne)

Tað er skiftirætturin, ið tekur avgerð um, hvør skal tilnevnast sum tilsjón. Oftast verður tann persónurin tilnevndur, ið skuldarin hevur skotið upp. Tilsjónin er vanliga ein advokatur. Uppgávurnar hjá tilsjónini er bæði at hjálpa skuldaranum og at kunna ognararnar. (kreditorerne). Vanligi advokaturin hjá skuldaranum kann vanliga ikki verða tilnevndur sum tilsjón (sí konkurslovens § 238 hesum viðvíkjandi). Tilsjónin skal seinast eina viku eftir tilnevningina boða ognarunum frá fundi í Skiftirættinum.

Fyrsti fundurin við ognararnar (kreditorerne) skal fremjast í skiftirættinum seinast 3 vikur eftir, at skiftirætturin hevur móttikið fráboðan um gjaldsteðg. Á fundinum fyri ognararnar (kreditorerne) greiðir skuldarin og tilsjónin frá tí, sum farið er fram í teimum fyrstu vikunum undir gjaldsteðginum. Ognarararnir hava møguleika fyri at seta spurningar. Aftaná tekur skiftirætturin avgerð um gjaldsteðgurin kann halda áfram.

Ì hesum sambandi metir skiftirætturin um gjaldsteðgurin hevur eitt rímuligt endamál, um skuldarin samstarvar heiðurligt, og um arbeitt verður fram ímóti at einari heildarloysn við ognararnar.

Heldur gjaldsteðgurin áfram, varir hann í 3 mánaðar frá tí degi skiftirætturin móttók fráboðanina um gjaldsteðg.

Seinni kann gjaldsteðgurin leingjast upp til 3 mánaðar hvørja ferð. Tó kann gjaldsteðgurin í hægsta lagi leingjast í eitt ár tilsamans. Vanliga verður fundur ikki hildin í skiftirættinum, tá ið skiftirætturin skal taka avgerð um eina umbøn um leinging. Tilsjónin skal seinast innan eina viku boða ognarunum frá einanri leinging.

 

Uppathald av gjaldsteðginum

Ein gjaldsteðgur heldur uppat av sær sjálvum, um:

  • skuldarin tekur fráboðanina aftur.
  • samráðingar um neyðskuldarsemju verða tiknar upp.
  • um stig verður tikið til skuldarsanering.
  • avgerð verður tikin um trotaviðgerð.
  • Meira enn tríggir mánaðir eru farnir síðani, at skiftirætturin móttók fráboðan um gjaldsteðg, og umbøn um leinging ikki er sett fram.
  • Gjaldsteðgurin ikki verður biðin um at verða longdur áðrenn seinni freistir eru farnar.

Harumframt kann skiftirætturin taka avgerð um, at gjaldsteðgurin heldur uppat, um gjaldsteðgurin ikki hevur eitt rímiligt endamál, skuldarin ikki samstarvar heiðurligt, ella at arbeitt verður ikki ímóti at semjast um eina heildarloysn við ognararnar á ein nøktandi hátt.

 

Ofta er tað tilsjónin ella ognararnir sum gera skiftirættin varnan við, at gjaldsteðgurin ikki gongur eftir ætlan. Gjaldsteðgur verður ikki kunngjørdur í Statstidende ella Dimmalætting.

Til top Sidst opdateret: