Hop til indhold
Føroya Rættur

Deyðsbúgv 

Hvat skal ein gera, tá ið ein persónur doyr?
Hvat ger skiftirætturin?
Og ymiskt annað fæðst at vita her og hvussu brúkarin skal fyrihalda seg.

Hvat skal ein gera, tá ið ein persónur doyr?

Tá ið ein persónur doyr, skal andlátið boðast sóknarprestinum, í sóknini, har tann, sum andaður er, hevði bústað. Skiftirætturin skal eisini boðast um andlátið. Vanliga er tað sýslan, sjúkrahúsið, presturin ella bústaðurin, har sum viðkomandi búði, sum stendur fyri hesum. Verður hetta ikki framt, skulu tey avvarðandi venda sær til skiftirættin.

 

Hvat ger skiftirætturin?

Umleið 4 vikur aftaná andlátið boðar skiftirætturin frá fundi, við tí endamáli at staðfesta hvørjir arvingar eru, og hvat skal henda við deyðsbúgvinum. Áðrenn skiftirætturin hevur tikið støðu til, hvussu búgvið skal viðgerðast, skulu tey avvarandi syrgja fyri, at virðini hjá tí farna verða varðveitt á ein tryggjandi hátt. Familjan kann ikki byrja at deila ella selja ognirnar (aktiver) áðrenn støðutakan hjá Skiftirættinum.

Til hendan fundin verður tann persónurin, sum stendur sum kontaktpersónur, tá ið andlátið varð fráboðað skiftirættinum, vanliga boðaður at koma til fundin. Skiftirætturin kannar um tann farni hevur gjørt arvaskjal hjá skjalaskrivaranum.

 

Tann ella teir persónar, ið møta til fyrsta skiftirættsfund, verða m.a. spurdir um onnur arvaskjøl eru til, um familjuumstøðurnar hjá farna, um ognar- og skuldarumstøður og um navn, føðingardag og bústað hjá arvingunum.

 

Grundað á fyrsta skiftirættsfund vegleiðir skiftirætturin tey, ið eru møtt, um hvat síðani skal henda, og hvussu búgvið kann viðgerðast.

 

Hvussu kan búgvið viðgerðast (skiftast), úttøka fyri kostnaðin fyri jarðarferðina:

Eru ognirnar, ið farni letur eftir sær, ikki hægri enn útreiðslurnar í sambandi við jarðarferðina, kann búgvið beinleiðis takast út til viðkomandi, ið hevur goldið útreiðslurnar í samband við jarðarferðina. Vanliga er hetta: foreldur, hjúnafelagi ella børn hjá tí farna.

 

Tað er munur á útreiðslum til jarðarferð, men vanliga er kostnaðurin umleið 35.000 kr. Ein skal ikki gjalda skattagjald ella arvagjald av ogn (aktiver), ið verða úttiknar fyri kostnaðin av jarðarferðini.

 

Verða virðismetingarnar av ognunum hjá tí farna ikki broyttar aftaná, er skiftið av deyðsbúgvinum endaligt uppgjørt.

 

Til top Sidst opdateret: