Hop til indhold
Føroya Rættur

Føroya Rættur letur aftur frá mánadegnum 16. mars 2020 
23-03-2020 12:00 

Føroya Rættur letur aftur frá mánadegnum 16. mars 2020 og setur eins og aðrir almennir myndugleikar og stovnar í verk neyðtilbúgving.

Hetta verður fyri at forða fyri spjaðing av Coronavirus og fyri at
tryggja, at Føroya Rættur framhaldandi kann røkja tær kritisku uppgávurnar.

Hetta er eisini galdandi fyri ráð og nevndir, sum Føroya Rætti umsitur,
t.e. Føroya Vanlukkutryggingarráð, Yvirfriðingarnevndin, Sterilisatiónsnevndin og Erstatningsnævnet.

Einans heilt fá serlig revsimál og hastandi/kritisk mál verða viðgjørd.

Øll onnur mál verða útsett fyribils.  Ásett mál fram til 30. mars 2020 verða avlýst og ásett av nýggjum.

Tey serliga viðbreknu/kritisku málsøkini sum verða viðgjørd eru:

·  Grundlógaravhoyringar

·  Leingjan av freistum fyri varðhaldsfongslingar og líknandi

·  Úrskurður um tvingsilsinntriv, um tað hastar.

·  Mál hjá arrestantum, um tað ikki kann bera útsetan vegna proportionalitet.

·  § 747 avhoyringar, sum ikki kunnu útsetast.

·  Fútamál, sum ikki kunnu útsetast.

·  Heintan av børnum, sum eru í ferð við at blíva smuglað út av
landinum o.l.

·  Fyrisitingarlig frælsistøka um viðkomandi enn er afturhildin.

.  Ávís konkursmál sum eru serliga hastandi.

·  Onnur mál sum eftir ítøkiligari meting verða mett at skula viðgerast.

 

Mál verða sum høvuðsregla útsett á hesum økjum:

·  Revsimál, eisini ásettir rættarfundir

·  Borgarlig mál, eisini ásettir rættarfundir

·  Fútamál, burtursæð frá teimum mest átrokandi.

·  Skifti av deyðsbúgvum

·  Notarmál

·  Framstillingar í fútarættinum og útkoyrandi fútamál.

 

Borgarir skulu ikki møta til mál í rættinum, fyrr enn neyðtilbúgvingin verður sett úr gildið. 
Málini verða ásett av nýggjum, og nýggjar innkallingar sendar út.

Tað verður sera avmarkað virksemi í Føroya Rætti. Starvsfólkini vera
send heim hetta tíðarskeiðið.

Tað ber til at seta seg í samband við Føroya Rætt um hastandi/serliga viðbrekin mál á post@sorinskrivarin.fo

Teldupostar viðvíkjandi málum av serliga hastandi/átrokandi slag verða viðgjørdir, meðan annar postur ikki kann væntast svaraður fyrenn eftir
at neyðtilbúgvingin verður sett úr gildið.

Avgreiðslan verður stongd, men tað ber til at avtala tíð til at handa post millum kl. 9 og 12.

 

Til top Sidst opdateret: 13-03-2020 
Føroya Rættur seperatorC. Pløyensgøta 1 seperatorFO-110 Tórshavn seperatorTelefon: 311003seperatorEmail: post@sorinskrivarin.fo