Hop til indhold
Føroya Rættur

Vitjan av miðnámsflokki á Kambsdali 
08-02-2018 15:00 

Føroya Rættur hevði hósdagin vitjan av einum skúla flokki av Miðnámi á Kambsdali. Talan var um 25 næmingar saman við útbúgvingarleiðaranum, Hjalmar Hansen.

Tey vitjandi fingu at byrja við eitt sindur at vita um bygningarnar hjá Føroya Rætti.
Síðan fóru øll inn í størra rættarsalin, sum í hesum døgum er størri enn vanligt.

Har fingu næmingar og lærari kunning um virksemi hjá rættinum og hvørjar mannagongdir rætturin arbeiðir eftir.
Rætturin hevur av og á vitjan av skúlaflokkum. Onkuntíð er møguleiki at vera við til ein rættarfund, og annars verður skipað fyri fyri kunning og rundvísing. 

Rætturin roynir í stórst møguligan mun at ganga ynskjum um vitjan á møti. Vit vilja fegin kunna um arbeiði vit dagliga fáast við, og tað er eitt gylt høvi, tá ynski um vitjanir koma.

Til top Sidst opdateret: 08-02-2018 
Føroya Rættur seperatorC. Pløyensgøta 1 seperatorFO-110 Tórshavn seperatorTelefon: 311003seperatorEmail: post@sorinskrivarin.fo