Hop til indhold
Føroya Rættur

Umvælingin av rættarbygninginum byrja 
07-07-2010 00:00 

Fyrstu vikuna í juli byrjaði umfatandi umvælingin av rættarbygninginum, C. Pløyensgøtu 1.

Umvælingin umfatar arbeiði bæði innan og uttan. Bygningurin skal klæðast, umframt at hølir innan skulu dagførast og eisini skulu nýggj hølir innrættast. 

Guli rættarbygningurin er frá 1948, tó hava umvælingar og umbyggingar verið gjørdar gjøgnum ár og dag. 

Rættarfundir hava seinastu mánaðirnar verið hildnir í hølunum hjá Føroya rætti, undir Glaðsheyggi 14.

Ætlanin er at taka rættarbygningin í nýtslu aftur seint í heyst, men enn er ov tíðliga at meta um,  júst nær rættarfundir aftur vera hildnir í rættarbygninginum.

 

Til top Sidst opdateret:  
Føroya Rættur seperatorC. Pløyensgøta 1 seperatorFO-110 Tórshavn seperatorTelefon: 311003seperatorFax: 318313 seperatorEmail: post@sorinskrivarin.fo