Tað var tíðliga á sumri í 2010 at umvælingin av bygninginum byrjaði, og væl áðrenn tað at rættarfundirnir vóru fluttir í onnur høli, vegna vánaliga inniluft, fukt og leka.
Bygningurin er umvældur bæði innan og uttan, og við í umvælingini er eisini ein ávís umbygging, sum betra rættiliga um umstøðurnar at hava størri rættarfundir í bygninginum, t.d. í samband við nevningamál. Bygningurin hevur skift útsjónd, og eisini er útluftingarskipan sett upp inni í bygninginum.
Enn er tó ikki endaliga greitt, nær bygningurin verður tikin í nýtslu til rættarfundir, men nú er ikki talan um fleiri mánaðir, áðrenn fyrsti rættarfundurin kann setast í ný - umvældu hølunum.