Hop til indhold
Føroya Rættur

Svíkar siga seg umboða skiftirættin 
13-12-2019 14:30 

Hetta er ein ávaring um at svíkar ringja til avvarðandi, og siga seg arbeiða hjá skiftirættinum og ringja í samband við deyðsbúgv sum er til viðgerðar í skiftirættinum. Tey sum ringja biðja um persónligar upplýsingar, sum t.d p-tal ella nem-id.
 

Vit vilja gera vart við, at okkara arbeiðis mannagongdir forða fyri at vit spyrja um loynir ella á annan hátt vilja hava atgongd til persónlig viðurskifti, uttan umvegis tey skjøl sum innganga í viðgerðina av deyðsbúnum.

Er tú í iva, vilja vit heita á teg um at ringja til skiftirættin á 358 400 og forhoyra teg nærri um hetta.

Gev undir ongum umstøðum nakrar persónligar upplýsingar víðari umvegis skjótboð, sosialar miðlar ella í telduposti.

Lesið eisini um hetta á domstol.dk

Til top Sidst opdateret: 13-12-2019 
Føroya Rættur seperatorC. Pløyensgøta 1 seperatorFO-110 Tórshavn seperatorTelefon: 311003seperatorEmail: post@sorinskrivarin.fo