Endamálið við lógini er at veita endurgjald til persónar, ið koma fyri skaða, ella teirra avvarðandi, orsakað av óhappi í sambandi við útinnan av arbeiði.
Arbeiðsskaðatryggingarlógin hevur fleri týðandi broytingar við sær:
Bráðliga hendir lyftiskaðar
Umframt vanlukkutilburðir, ið standast av arbeiði ella teimum viðurskiftum, arbeitt verður undir, og stutttíðar skaðalig árin, ið vara í mesta lagi 5 dagar, verður nú eisini brádliga hendir lyftiskaðar at rókna sum arbeiðsskaða.
Vinnusjúkur
Økið fyri vinnusjúkur verður víðkað, og møguleika verður fyri at
viðurkenna fleri sjúkur sum vinnusjúkur.
Allir arbeiðsgevarar, heruppií Land og kommunnur og sjálvstøðugt vinnureikandi, skulu rinda gjald til Vinnusjúkugrunnin.
Sjálvstøðugt vinnureikandi
Umframt at ein og hvør arbeiðisgevari hevur skyldu til at tryggja arbeiðsfólk sítt, skulu nú eisini øll sjálvstøðugt vinnureikandi frá 1. januar 2010 hava teknað arbeiðsskaðatrygging fyri egnan person.
Tryggingarskylda
Bert Landið kann velja at vera sjálvtryggjað, t.v.s at t.d. allar tær føroysku kommunnunar frá 1. januar
2010 skulu hava teknað arbeiðsskaðatrygging hjá einum tryggingarfelag.
Veitingarnar
Veitingarnar verða hækkaðar og víðkaðar. Veitingarnar sambært
arbeiðsskaðatryggingarlógini eru
- útreiðslur til sjúkuviðgerð og hjálpitól
- dagpeningur
- endurgjald fyri mist vinnuføri
- skaðabót fyri varandi mein
- endurgjald fyri miss av uppihaldara
- skiftisveiting til eftirsitandi hjúnafelaga
Arbeiðsskaðatryggingarlógin verður umsitin av Vanlukkutryggingarráðnum, ið er mannað við einum dómara frá Føroya Rætti, einum lækni og 3 nevndarlimum, sum landsstyrismaðurin tilnevnir.
Arbeiðsskaðatrygging skal teknast hjá P/F Tryggingarfelagnum Føroyar ella P/F Trygd.
Arbeiðsgevarin (tann sjálvstøðugt vinnureikandi) skal frábóða arbeiðsskaðar til tryggingarfelagið, har arbeiðsskaðatrygging er teknað. Landið skal frabóða til Vanlukkutryggingarráðið.
Vinnusjúkur skulu frábóðast til Vanlukkutryggingarráðið.
Oyðubløð til frábóðan fáast hjá tryggingarfeløgunum og Vanlukkutryggingarráðnum, og kann eisini heintast á heimasíðuni hjá Vanlukkutryggingarráðnum (www.sorinskrivarin.fo), har meira er at lesa um arbeiðisskaðatrygging.