Allir rættarfundir eru almennir, um dómarin ikki hevur avgjørt annað. Tí kann almenningurin fylgja við í einum rættarmáli og vera tilstaðar í rættarhølinum. Rættarlistin, sum er yvirlit yvir rættarfundirnar er tøkur á heimasíðuni og annars á kunningarskermi í bíðirúminum á Dómaraskrivstovuni.
Persónar undir 18 ár hava ikki atgongd til rættarfundirnar, uttan so at dómarin gevur loyvi til tess.