Løgtingslógin
Tann 1. januar 2010 kom løgtingslóg nr. 67, frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin) í gildi.
Endamálið við lógini er at veita endurgjald til persónar, ið koma fyri skaða, ella teirra avvarðandi, orsakað av óhappi í sambandi við útinnan av arbeiði. Les lógina her.