Hop til indhold
Føroya Rættur

Føroya Vanlukkutryggingarráð 

Fyri tíðina eru valdu limirnir:

Karin Dahl, ljósmoðir
Ebba Øre, sosialráðgevari
Hervør Eyðinsdóttir, fysioterapeutur
Høgni Debes Joensen, landslækna

Uppgávur hjá ráðnum
Vanlukkutryggingarfelagið tekur avgerðir í málum viðvíkjandi arbeiðsskaðum, herundir eisini mál um vinnusjúkur vegna arbeiði. Fyrr tók ráðið eisini avgerð í málum um játtan av fyritíðareftirløn, men hesa uppgávu yvirtók Almannastovan í 2006.

Skaðar, hendir 1. januar 2010 ella seinni viðgerast eftir løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðstryggingarlógin), sí ”skaði eftir 2010”.

Teir tilburðir, sum eru hendir ella frabóðaðir innan 1. januar 2010, eins og tey mál, sum framvegis eru undir viðgerð 1. januar 2010, verða framhaldandi viðgjørd eftir ásetingunumi anordning nr. 389 fra 15. november 1966 om forsikring mod følger af ulykkestilfælde, sí  ”skaði áðrenn 1. januar 2010”.

Samband:
Føroya Vanlukkutryggingarráð
c/o Sorinskrivarin
C. Ployensgøta 1
100 Tórshavn
tpostur: fvr@sorinskrivarin.fo

Tlf.: 31 10 03
Skrivstovutíð:
09-14, mánadag - fríggjadag

Til top Sidst opdateret:  
Føroya Rættur seperatorC. Pløyensgøta 1 seperatorFO-110 Tórshavn seperatorTelefon: 311003seperatorEmail: post@sorinskrivarin.fo