Hop til indhold
Føroya Rættur

Føroya Vanlukkutryggingarráð 

Sorinskrivarin er føddur limur (útnevndur við lóg) og formaður. Harumframt er ráðið samansett av 4 valdum limum, ið verða útnevndir av landsstýrismanninum fyri 4 ár í senn, og har ið ein skal vera útbúgvin lækni.
Fyri tíðina eru valdu limirnir: 

Karin Dahl, ljósmoðir
Ebba Øre, sosialráðgevari
Hervør Eyðinsdóttir, fysioterapeutur
Høgni Debes Joensen, landslækna

Uppgávur hjá ráðnum
Vanlukkutryggingarráði tekur avgerðir í málum viðvíkjandi arbeiðsskaðum, herundir eisini mál um vinnusjúkur vegna arbeiði. Fyrr tók ráðið eisini avgerð í málum um játtan av fyritíðareftirløn, men hesa uppgávu yvirtók Almannastovan í 2006.

Skaðar, hendir 1. januar 2010 ella seinni viðgerast eftir løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðstryggingarlógin),sí  ”skaði eftir 1. januar 2010”.

Teir tilburðir, sum eru hendir ella frabóðaðir innan 1. januar 2010, eins og tey mál, sum framvegis eru undir viðgerð 1. januar 2010, verða framhaldandi viðgjørd eftir ásetingunum i anordning nr. 389 fra 15. november 1966 om forsikring mod følger af ulykkestilfælde    ”skaði ádrenn 1. januar 2010”. 

Samband:                                     
Føroya Vanlukkutryggingarráð
c/o Sorinskrivarin
C. Ployensgøta 1
100 Tórshavn
tpostur: fvr@sorinskrivarin.fo

Tlf.: 31 10 03  ( telefontíðin er mánadag - fríggjadag 09.00 -12.00)
Skrivstovutíð:
09-14, mánadag - fríggjadag

 

Til top Sidst opdateret:  
Føroya Rættur seperatorC. Pløyensgøta 1 seperatorFO-110 Tórshavn seperatorTelefon: 311003seperatorEmail: post@sorinskrivarin.fo