Hop til indhold
Føroya Rættur

Skaði eftir 1. januar 2010 

Her eru viðtøkurnar fyri Vanlukkutryggingarráðið, sum er galdandi frá 1. januar 2010.

Skaðar, hendir 1. januar 2010 ella seinni viðgerast eftir løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðstryggingarlógin).

Teir tilburðir, sum eru hendir ella frabóðaðir innan 1. januar 2010, eins og tey mál, sum framvegis eru undir viðgerð 1. januar 2010, verða framhaldandi viðgjørd eftir ásetingunum i anordning nr. 389 fra 15. november 1966 om forsikring mod følger af ulykkestilfælde, si ”Ádrenn 1. januar 2010”.

Veitingar

Ráðið tekur avgerðir um, hvørt skaddi hevur rætt til veitingar eftir ásetingini í arbeiðsskaðatryggingarlógini og í givið fall hvørjar.

Eftir ásetingunum í arbeiðsskaðatryggingarlógini kann tað í samband við vanlukkutilburð, ið verður góðkendur sum arbeiðsskaði, ella í samband við eina góðkenda vinnusjúku, játtast skadda skaðabót fyri varandi mein og endurgjald fyri mist vinnuføri. 

Vinnusjúkurnar, ið eru viðurkendar í Føroyum, eru tilskilaðar í kunngerð nr. 157 frá 17. desember 2009 um skrá yvir vinnusjúkur. Aðrar sjúkur kunnu eisini viðurkennast sum vinnusjúkur.

 

Skaðabot fyri varandi mein verður ásett til eina ávísa pennigaupphædd og útgoldin í einum. Skaðabot fyri varandi mein verður einans játtað, um ráðið tekur avgerð um, at meinstigið er minst 5 %.

 

Endurgjald fyri mist vinnuføri verður veitt sum framhaldandi árlig veiting uttan so, at veitingin verður roknað um til eina ávísa peningaupphædd. Endurgjald fyri mist vinnuføri verður einans játtað, um ráðið tekur avgerð um, at óvinnuførið er minst 15 %.

 

Doyr skaddi orsakað av arbeiðsskaðanum, kunnu eftirsitandi fáa játtað endurgjald fyri miss av uppihaldara.

Harumframt kann ráðið avgera, at skaddi skal hava endurgjald fyri útreiðslur til: Keyp av, afturbøting ella útskifting av hjálpitólum (brillum, protesum o.t.), ið eru farin orsakað av vanlukkuni, ella ið eru neyðug í samband við sjúkuviðgerðina.

Endurgjald verður ikki latið fyri fartelefonir, ur, klæðir ella tílíkir ognarlutir, ið eru oyðilagdir í samband við ein arbeiðsskaða.

 

Dagpeningur vegna sjúku aftan á arbeiðsskaða ella vinnusjúku verður umsitin og útgoldin av Almannastovuni sambært vanligu reglunum í dagpeningarlógini.

 

Tryggingaskylda

 

Endurgjøldini og veitingarnar, sum ráðið játtar, verða rindaði av tryggingarfelagnum og arbeiðsgevaranum. Endurgjøldini og veitingarnar í sambandi við vinnusjúkur verður rindaði av Vinnusjúkugrunninum.

 

Allir arbeiðsgevarar, sum í starvi hava persónar at arbeiða støðugt ella fyribils á føroyskum landøki, sjóøki ella loftsrúmi, hava skyldu til at tryggja teirra starvsfólk móti avleiðingum av arbeiðsskaðum og vinnusjúkum. Tryggingarskyldan er eisini galdandi fyri føroysku kommunurnar.

Øll sjálvstøðugt vinnurekandi í Føroyum hava eisini skyldu at tekna trygging fyri egnan persón.


Landið og Danmarkar Ríki hava yvirtikið arbeiðsgevarábyrgdina fyri tryggingina (sjálvtrygging).

 

Allir tryggingarskyldugir arbeiðsgevarar og øll sjálvstøðugt vinnurekandi hava skyldu til at tekna arbeiðsskaðatrygging hjá tryggingarfelagnum.

 

Allir tryggingarskyldugir arbeiðsgevarar og øll sjálvstøðugt vinnurekandi umframt landið og Danmarkar Ríki hava eisini skyldu til at rinda gjald til Vinnusjúkugrunnin. Gjaldið er 0,10 % av skattskyldugu inntøkuni. Gjaldið innkrevjast av Vinnusjúkugrunninum.

Málsviðgerðin

Arbeiðsskaðar og vinnusjúkur skulu fráboðast av arbeiðsgevaranum hjá skadda. Arbeiðsgevarin skal lata fráboðanina um arbeiðsskaða inn til tryggingarfelagið, har hann hevur teknað arbeiðsskaðatrygging. Frábóðan um vinnusjúkuskal latast inn til Vanlukkutryggingarráðið. Er talan um ein sjálvtryggjaðan almennan arbeiðsgevara (Lands- ella ríkismynduleikar), skal arbeiðsgevarin lata fráboðanina beinleiðis inn til Vanlukkutryggingarráðið. Verður frábóðanarskyldan ikki yvirhildin, kann tað hava bót og endurgjaldsábyrgd við sær.


Fráboðanin skal latast inn á serligum umsóknarblaðið, sum verður útflýggjað av tryggingarfelagnum ella vanlukkutryggingarráðnum.

Fráboðanarfreist
Arbeiðsskaðar og vinnusjúkur skulu fráboðast beinanvegin og seinast innan 8 dagar. Boðar arbeiðsgevarin ikki frá, má skaddi sjálvur boða frá. Ein endalig freist til at boða frá er galdandi, og hendan er 1 ár roknað frá vanlukkuni. Fyri vinnusjúkur verður frábóðanarfreistin roknað frá tí degi, tann frabóðanarskyldugi gjørdist varugur við, at sjúkan kann vera treytað av arbeiðinum.

Viðhvørt kann í heilt serligum førum víkjast frá endaligu fráboðanarfreistini.


Læknaváttanir
Allar fráboðanir, ið verða latnar ráðnum, skulu vanliga latast inn saman við einari læknaváttan (LI). Fráboðan um tannskaðar skal latast inn saman við einari tannlæknaváttan (TLI). TLI oyðublaðið fylgir saman við skaðafráboðanar - umsóknarblaðnum. TLI útiflýggjast av tryggingarfelagnum ella vanlukkutryggingarráðnum, og kann eisini takast niður her

Arbeiðsgevarin og skaddi skulu tryggja, at váttanin er viðløgd skaðafráboðanini. Er váttanin ikki send inn við, kann ráðið ikki viðgera fráboðanina, og sendur hana aftur.

Aftaná at skaðafráboðan og lækna-(tannlækna-) váttan eru móttikin, tekur ráðið avgerð um, hvørt talan er um ein arbeiðsskaða/vinnusjúku.

Viðurkennir ráðið, at talan er um ein arbeiðsskaða/vinnusjúku, sum gevur rætt til veitingar sambært logini, boðar ráðið skadda og tryggingarfelagið/sjálvtryggjaða almenna arbeiðsgevaran/Vinnusjúkugrunnin frá hesum

Vanlukkutryggingarráðið vil síðani fáa eina nýggja lækna-(tannlækna-) váttan til vega, TLII  sum skal lýsa, hvørt støðan hjá skadda er somikið støðug ella varandi, at avgerð kann takast um endurgjald fyri mist vinnuføri og skaðabót fyri varandi mein. Ráðið vil í hesum sambandi biðja skadda um sjálvan at sendaTLII til ráðið. Vanlukkutryggingarráðið ella tryggingarfelagið útflýggjar oyðiblaðið.

Aftaná at ráðið hevur móttikið TLI /TLII tekur ráðið støðu til, um avgerð kann verða tikin um endurgjald fyri mist vinnuføri og skaðabót fyri varandi mein. Kann ráðið ikki taka avgerð um meinstig ella óvinnuføri, kann ráðið biðja um fleiri lækna-, tannlækna ella serlæknaváttanir og –kanningar.

 

Rindan fyri læknaváttanir og kanningar

Skaddi skal ikki gjalda fyri læknaváttanir ella læknakanningar, sum ráðið biðir um. Tryggingarfelagið ella Vinnusjúkugrunnurin rindar. Er talan um sjálvtryggjaðan almennan arbeiðsgevara, skal hesin rinda fyri læknaváttanirnar ella læknakanningarnar, ið ráðið biður um. Ráðið upplýsir arbeiðsgevaranum um hetta.

Avgerðin hjá ráðnum um endurgjald fyri mist vinnuføri og skaðabót fyri varandi mein.


Tá ið støðan hjá skadda í mun til skaðan er støðug, og málið er nøktandi upplýst, tekur ráðið avgerð. Ráðið útroknar møguligt endurgjald og skaðabót og áleggur tryggingarfelagunum/Vinnugrunninum/Landinum at rinda endurgjald og skaðabót til skadda.

Hoyring
Áðrenn ráðið tekur avgerð, leggur ráðið tey skjøl og upplýsingar, sum eru partur av grundarlagnum fyri avgerðini hjá ráðnum, fyri skadda og tryggingarfelagunum/Vinnugrunninum/Landinum. Freist verður givin fyri at koma við viðmerkingum til grundarlagið fyri avgerðini, innan ráðið tekur endaliga avgerð.

Málsviðgerðartíðin
Ráðið hevur vanliga fund hvørja viku, har ið allar nýggjar fráboðanir verða viðgjørdar. Harumframt verða eisini mál, har ið nýtt tilfar er móttikið, viðgjørt.

Hvussu langa tíð, ið ráðið nýtir til at avgera málið, veldst um, hvussu skjótt teir neyðugu upplýsingarnir, t.d. lækna váttanir, verða fingnir til vega. Sum kunnugt kann tað taka langa tíð at fáa til vega lækna- og serlæknaváttanir í Føroyum.

Í serligum førum kann tað vera neyðugt, at ráðið leggur eitt arbeiðsskaðis- ella vinnusjúkumál  fyri “Arbejdskadestyrelsen” í Danmark, við tí fyri eyga at fáa eina vegleiðandi úttalilsi frá“Arbejdsskadestyrelsen” um menistigið ella óvinnuførið. Tað tekur vanliga uml. 1 ár at móttaka eina vegleiðandi úttalilsi frá“Arbejdsskadestyrelsen”.

Vanlukkutryggingarráðið skal innan 2 ár taka avgerð í málinum. Freistin er lógarásett.
Í ávísum førum kann tað vera neyðugt at taka eina fyribils avgerð, um ikke er møguligt at yvirhalda ásettu freistina.

Kæra
Avgerðir tiknar av ráðnum kunnu kærast til: 
                                      Ankestyrelsen 
                                      Amaliegade 25
                                      postboks 9080
                                      DK -  1022 Keypmannahavn K,
                                      tlf.: 00 45 33 41 12 00.

Legg til merkis! Kæran skal latast inn til Vanlukkutryggingarráðið, c/o Sorinskrivarin, C. Ployensgøta 1, 100 Tórshavn.

Klagufreistin er 3 mánaðir                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                 , roknað frá avgerðini hjá ráðnum. Ráðið syrgir fyri, at skjølini í málinum verða týdd og sendir hereftir kærumálið til Ankestyrelsen.

Samband:                                     
Føroya Vanlukkutryggingarráð
c/o Sorinskrivarin
C. Ployensgøta 1
100 Tórshavn

Tlf.: 31 10 03 
Skrivstovutíð: 09-15, mánadag - fríggjadag

Til top Sidst opdateret:  
Føroya Rættur seperatorC. Pløyensgøta 1 seperatorFO-110 Tórshavn seperatorTelefon: 311003seperatorEmail: post@sorinskrivarin.fo