Hop til indhold
Føroya Rættur

 Skaði áðrenn 1. januar 2010 

Her eru viðtøkurnar sum vóru galdandi fyri Vanlukkutryggingarráðið áðrenn 1. januar 2010. Skaðar fráboðaðir áðrenn 1. januar 2010 og tey mál sum framvegis er undir viðgerð er fevnd av hesum viðtøkum.

Uppgávur hjá ráðnum
Eftir áseting nr. 389 av 15. november 1966 um vanlukkutryggingar (andmodning om forsikring mod følger af ulykkestilfælde), tekur Vanlukkutryggingarfelagið avgerðir í málum viðvíkjandi arbeiðsskaðum, herundir eisini mál um vinnusjúkur vegna arbeiði. Fyrr tók ráðið eisini avgerð í málum um játtan av fyritíðareftirløn, men hesa uppgávu yvirtók Almannastovan í 2006.

Ráðið tekur avgerðir um, hvørt skaddi hevur rætt til veitingarásetingini og í givið fall hvørjar.

Eftir ásetingini kann tað í samband við vanlukkutilburð, ið verður góðkendur sum arbeiðsskaði, ella í samband við eina góðkenda vinnusjúku, játtast skadda sjúkradagpengar og endurgjald fyri avlamni. Avlamisendurgjald verður einans játtað, um ráðið tekur avgerð um, at skaðin, hevur viðført eitt avlamisstig uppá minst 5 %. Doyr skaddi orsakað av arbeiðsskaðanum, kunnu, eftirsitandi fáa játtað endurgjald.

Harumframt kann ráðið avgera, at skaddi skal hava endurgjald fyri útreiðslur til: Keyp av, afturbøting ella útskifting av hjálpitólum (brillum, protesum o.t.), ið eru farin orsakað av vanlukkuni, ella ið eru neyðug í samband við sjúkuviðgerðina.

Endurgjald verður ikki latið fartelefonir, ur, klæðir ella tílíkir ognarlutir, ið eru oyðilagdir í samband við ein arbeiðsskaða.

Allir arbeiðsgevarar hava skyldu til at tryggja teirra starvsfólk móti avleiðingum av arbeiðsskaðum og vinnusjúkum.

Almennir arbeiðsgevarar (statur, landið og kommunur) kunnu tó sjálvir velja at yvirtaka ábyrgdina fyri tryggingina (sjálvtrygging). Hetta hava landsstýrið og fleiri kommunur í landinum valt.
Endurgjøldini og veitingarnar, sum ráðið játtar, verða rindaði av tryggingarfelaginum og arbeiðsgevaranum.

Vinnusjúkurnar, ið eru viðurkendar í Føroyum, eru tilskilaðar í § 1a í vanlukkutryggingarásetingini. Sambært galdandi lóggávu kann ráðið ikki viðurkenna aðrar sjúkur sum vinnusjúkur.

Málsviðgerðin

Arbeiðsskaðar og yrkissjúkur skulu fráboðast av arbeiðsgevaranum hjá skadda. Arbeiðsgevarin skal lata fráboðanina inn til tað tryggingarfelagið, har hann hevur teknað arbeiðsskaðatrygging. Er talan um ein sjálvtryggjaðan almennan arbeiðsgevara, skal arbeiðsgevarin lata fráboðanina beinleiðis inn til Vanlukkutryggingarráðið.

Fráboðaninin skal latast inn á serligum umsóknarblaðið, sum verður útflýggjað av tryggingarfelagnum ella vanlukkutryggingarráðnum.

Fráboðanarfreist
Arbeiðsskaðar og vinnusjúkur skulu fráboðast beinanvegin og seinast innan 8 dagar. Boðar arbeiðsgevarin ikki frá, má skaddi sjálvur boða frá. Ein endalig freist til at boða frá er galdandi, og hendan er 1 ár roknað frá vanlukkuni. Fyri yrkissjúkur eru serligar reglur galdandi, sbr. § 46, sbr. § 1a, stk. 2. í vanlukkutryggingarásetingini.

Viðhvørt kann í heilt serligum førum kann víkjast frá enadligu fráboðanarfreistini, og tá ikki fyri aðrar veitingar enn avlamisendurgjald.

Læknaváttanir
Allar fráboðaninir, ið verða latnar ráðinum, skulu vanliga latast inn saman við einari læknaváttan (LI). Fráboðan um tannskaðar skal latast inn saman við einari tannlæknaváttan (TLI). LI oyðublaðið fylgir saman við skaðafráboðanar-umsóknarblaðnum. TLI útiflýggjast av tryggingarfelagnum ella vanlukkutryggingarráðnum, og kann eisini takast niður her

Arbeiðsgevarin og skaddi skulu tryggja, at váttanin er viðløgd skaðafráboðanini. Er váttaninin ikki send inn við, kann ráðið ikki viðgera fráboðanina, og sendur hana aftur.

Aftaná at skaðafráboðan og lækna-(tannlækna-) váttan eru móttikin, tekur ráðið avgerð um, hvørt talan er um ein arbeiðsskaða/vinnusjúku, sum er umfatað av vanlukkutryggingarásetingini.

Viðurkennir ráðið, at talan er um ein arbeiðsskaða/vinnusjúku, sum gevur rætt til veitingar sambært vanlukkutryggingarásetingini, boðar ráðið skadda og tryggingarfelagið/sjálvtryggjaða almenna arbeiðsgevaran frá hesum

Tryggingarfelagið vil síðani gjalda møgyligan sjúkradagpening og fáa eina nýggja lækna-(tannlækna-) váttan til vega, sum skal lýsa, hvørt støðan hjá skadda er somikið støðug ella varandi, at avgerð kann takast um avlamisstig.

Er talan um sjálvtryggjaðan almennan arbeiðsgevara, vil ráðið áleggja arbeiðsgevaranum at gjalda. Harumframt vil ráðið biðja skadda um sjálvan at senda LII til ráðið. Vanlukkutryggingarráðið ella tryggingarfelagið útflýggjar oyðiblaðið.

Aftaná at ráðið hevur móttikið LII /TLII tekur ráðið støðu til, um avgerð kann verða tikin um avlamisstig út frá tí grundarlagi, ið fyriliggur. Kann ráðið ikki taka avgerð um avlamisstig, kann ráðið biðja um fleiri lækna-, tannlækna ella serlæknaváttanir og –kanningar.

Rindan fyri læknaváttanir og kanningar
Skaddi skal ikki gjalda fyri læknaváttanir ella læknakanningar, sum ráðið biðir um. Tryggingarfelagið rindar. Er talan um sjálvtryggjaðan almennan arbeiðsgevara, skal hesin rinda fyri læknaváttanirnar ella læknakanningarnar, ið ráðið biður um. Ráðið upplýsir arbeiðsgevaranum um hetta.

Avgerðin hjá ráðnum um avlamisstig
Tá ið støðan hjá skadda í mun til skaðan er støðug, og málið er nøktandi upplýst, tekur ráðið avgerð um avlamisstig. Ásetir ráðið avlamisstigið til ikki undir 5 %, boðar ráðið frá hesum til tryggingarfelagið, sum útroknar endurgjaldið sambært reglunum í vannlukkutryggingarásetingunum og rindar endurgjaldið til skadda.

Er talan um sjálvtryggjaðan almennan arbeiðsgevara, útroknar vanlukkutryggingarráðið avlamisstigið, og áleggur arbeiðsgevaranum at rinda hetta til skadda.

Hoyring
Áðrenn ráðið tekur avgerð um avlamisstigið, leggur ráðið tey skjøl og upplýsingar, sum partur av grundarlagnum fyri avgerðini hjá ráðnum, fyri skadda og tí sjálvtryggjaða almenna arbeiðsgevaranum. Freist verður givin fyri at koma við viðmerkingum til grundarlagið fyri avgerðini, innan ráðið tekur endaliga avgerð.

Málsviðgerðartíðin
Ráðið hevur vanliga fund hvørja viku, har ið allar nýggjar fráboðanir verða viðgjørdar. Harumframt verða eisini mál, har ið nýtt tilfar er móttikið, viðgjørt.

Hvussu langa tíð, ið ráðið nýtir til at avgera málið, veldst um, hvussu skjótt teir neyðugu upplýsingarnir, t.d. læknaváttanir, verða fingnir til vega. Sum kunnugt kann tað taka langa tíð at fáa til vega lækna- og serlæknaváttanir í Føroyum.

Í serligum førum kann tað vera neyðugt, at ráðið leggur eitt arbeiðsskaðis- ella vinnusjúkumál fyri “Arbejdskadestyrelsen” í Danmark, við tí fyri eyga at fáa eina vegleiðandi úttalilsi frá “Arbejdsskadestyrelsen” um avlamisstigið. Tað tekur vanliga uml. 1 ár at móttaka eina vegleiðandi úttalilsi frá “Arbejdsskadestyrelsen”.

Vanlukkutryggingarráðið skal innan 3 ár takað avgerð í málinum. Freistin er lógarásett.
Í ávísum førum kann tað vera neyðugt at taka eina fyribils avgerð, um ikke er møguligt at yvirhalda ásettu freistina.

Kæra
Avgerðir tiknar av ráðnum kunnu kærast til:
Ankestyrelsen
Amaliegade 25
postboks 9080
DK - 1022 Keypmannahavn K,
tlf.: 00 45 33 41 12 00.

Legg til merkis! Kæran skal latast inn til Vanlukkutryggingarráðið, c/o Sorinskrivarin, C. Ployensgøta 1, 100 Tórshavn.

Klagufreistin er 3 mánaðar, roknað frá avgerðini hjá ráðnum. Ráðið syrgir fyri, at skjølini í málinum verða týdd og sendir hereftir kærumálið til Ankestyrelsen.

Samband:
Føroya Vanlukkutryggingarráð
c/o Sorinskrivarin
C. Ployensgøta 1
100 Tórshavn

Tlf.: 31 10 03
Skrivstovutíð: 09-15, mánadag - fríggjadag

Til top Sidst opdateret:  
Føroya Rættur seperatorC. Pløyensgøta 1 seperatorFO-110 Tórshavn seperatorTelefon: 311003seperatorEmail: post@sorinskrivarin.fo