Føroyar eru bygdar av norskum lannámsmonnum, og teir fyrstu teirra eru helst komnir higar í fyrru helvt av 800-talinum. Í fyrstuni høvdu oyggjarnar eina rættiliga sjálvstøðuga støðu við egnum altingi; men okkurt um 1035 gjørdist Føroyar norskt skattland, og norsk lóggáva trokaði seg meira og meira fram.
Eftir kongssfelagsskapin millum Danmark og Noreg, vórðu Føroyar framvegis roknaðar sum norskt land, og tað var framvegis norsk lóggáva, sum var galdandi her. Føroyar vóru, og eru býttar sundur í 6 sýslur, og hvør sýsla var roknað sum eitt sjálvstøðugt rættardømi.
Dómarnir á sýslutingunum, ella vártingunum, sum sýslutingini eisini vóru nevnd, kundu skjótast inn fyri løgtingið, sum var samansett av løgmanni og upprunaliga 36, seinni 48 løgrættumonnum – 8 fyri hvørja sýslu, har tó bert ein partur dømdi í teimum einstøku málunum. Í revsimálum var fútin ákæri, á vártingum tó viðhvørt í hansara stað viðkomandi sýslumaður.
Sorinskrivari hevur verið knýttur at løgtinginum heilt síðan umleið 1571; men hansara uppgáva var upprunaliga bert at vegleiða løgrættumennirnar og at føra tingbókina. Seinni fekk sorinskrivarin mynduleika at døma á vártingunum. Í 1816 varð løgtingi avtikið og dómsvaldið í næstan øllum málum latið upp í hendurnar á sorinskrivaranum.
Eftir at Danmark hevði fingið sína egnu rættargangslóg, varð serlig rættargangslóg gjørd fyri Føroyar. Føroyska rættargangslógin líkist frá teirri donsku m.a. við tað, at Føroyar rættur hevur dómsmynduleika í øllum rættarmálum, og eru Føroyar eitt serligt nevningarættardømi við sorinskrivaranum sum rættarformanni. Til at skjóta rættarmál fyri Hægstarætt krevst ikki serligt loyvi.