Føroya Rættur er í Tórshavn. Harumframt er eykarættarstað á Suðuroynni.
Ì Føroya Rætti starvast 2 dómarar (sorinskrivarar), 1 hjálpardómari, 3 dómarafulltrúar og 17 skrivstovufólk og 1 skrivstovulærlingur
Deildirnar við Føroya Rætt:
- Rættardeildin
- Fútarætturin
- Skiftirætturin
- Rokniskapardeildin
- Notarial
- Føroya Vanlukkutryggingarráð
Harumframt heldur Føroya Rættur eisini sjófrágreiðingar.
Í tí føroysku rættargangslógini og aðrari lóggávu er tað álagt sorinskrivaranum at taka sær av ymiskum øðrum uppgávum.
Sorinskrivarin er formaður í Yvirformyndaríðnum, viðmerkjast skal, at Yvirformyndaríið í Føroyum er yvirtikin sum føroyskt sermál.
Somuleiðis er sorinskrivarin formaður í hesum nevndum og ráðum:
- Endurgjaldsnevndini
- Leigunevndini
- Yvirfriðingarnevndini
- Steriliseringsnevndini
- Føroya Vanlukkutryggingarráð