Hop til indhold
Føroya Rættur

Vælkomin  

Tú ert nú á heimasíðuni hjá Føroya Rætti
Her finnur tú viðkomandi kunning, leiðbeining til brúkarar, kunning um arbeiðsøki hjá rættinum, rættarlistar, og í ávísan mun eisini tíðindi frá rættinum.

Føroya Rættur er í Tórshavn. Harumframt er eykarættarstað á Suðuroynni.
Ì Føroya Rætti starvast 2 dómarar (sorinskrivarar),2 hjálpardómarar, 2 dómarafulltrúar og 17 skrivstovufólk og 1 skrivstovunæmingur
Deildirnar við Føroya Rætt:

- Rættardeildin
- Fútarætturin
- Skiftirætturin (telefontíð 09.00 - 12.00)
- Roknskapardeildin
- Notarial
- Føroya Vanlukkutryggingarráð ( telefontíð 09.00 - 12.00)

Harumframt heldur Føroya Rættur eisini sjófrágreiðingar.

Í tí føroysku rættargangslógini og aðrari lóggávu er tað álagt sorinskrivaranum at taka sær av ymiskum øðrum uppgávum.

Sorinskrivarin er formaður í hesum nevndum og ráðum:

- Steriliseringsnevndin

- Føroya Vanlukkutryggingarráð

- Endurgjaldsnevndin

- Yvirfriðingarnevndin

- Yvirlandbúnaðarstevnan

- Yvirútskiftingarnevndin


 

Til top Sidst opdateret:  
Føroya Rættur seperatorC. Pløyensgøta 1 seperatorFO-110 Tórshavn seperatorTelefon: 311003seperatorEmail: post@sorinskrivarin.fo