Hop til indhold
Føroya Rættur

Endurgjaldsnevndin 

Endurgjaldsnevndin og skrivaraembætið hjá nevndini taka sær av viðgerðini av endurgjaldsumsóknum sambært lóg um endurgjald frá statinum til offur.

Endurgjaldsnevndin er sett av danska løgmálaráðharranum, og er samansett av einum formanni, ið skal vera dómari, og tveimum øðrum limum, har tann eini verður útnevndur eftir tilmæli frá Føroya Landsstyri og hin eftir tilmæli frá Advokatráðnum. Limirnir verða útnevndir fyri 4 ár í senn.

Samansetingin av nevndini:

Endurgjaldsnevndin er nú samansett av:

- fyrisitandi sorinskrivara, Henrik Møller
- stjóra Marjun Magnussen ( eftir tilmæli frá Føroya Landsstýri)
- advokati, Inga Højgaard (eftir tilmæli frá Advokatráðnum)

Nær hevur ein rætt til endurgjald?

Millum annað er tað ein treyt fyri at fáa endurgjald:

  • at skaðin er hendur í sambandi við brot á revsilóggávuna
  • at talan er um skaða á persón
  • at brotsgerðin er fráboðað løgregluni uttan drál (vanliga innan 24 tímar)
  • at krav um endurgjald er sett fram móti skaðavoldaranum, um sakarmálið hevur verið í rættinum.
  • At kravið er sett fram yvir fyri Endurgjaldsnevndini seinast 2 ár aftaná, at brotsgerðin er framd

Persónur kann fáa endurgjald, sjálvt um brotsmaðurin er ókendur ella ikki kann finnast.
Møguleiki er eisini at fáa endurgjald, sjálvt um brotsmaðurin ikki kann revsast, tí at brotsmaðurin er undir 15 ár ella er ótilrokniligur.

Hvør kann fáa endurgjald?
Vanliga er tað bert tann, ið er beinleiðis skaddur av brotsgerðini, sum kann fáa endurgjald. Vitnir, avvarðandi hjá skadda og onnur kunnu ikki fáa endurgjald.
Er skaddi deyður, kunnu hjúnarfelagi og børnini hjá skadda tó hava rætt til endurgjald.

Nær kann ein ikki fáa endurgjald?
Ein kann vanliga ikki fáa endurgjald um:

  • Eingin persónskaði er hendur í sambandi við brotið á revsilógina
  • Brotið á revsilógina er framt í útlandinum, uttan so er, at skaðin er hendur í samband við arbeiði, sum er fyribils útsendur
  • Ein hevur verið hjástaddur sum vitni, til brotið á revsilógina var framt
  • Ein er avvarðandi hjá einum persóni, ið hevur verið  fyri einum broti á revsilógina, uttan so er, at persónurin er deyður av revsilógarbrotinum.
  • Tann persónurin, ið ein hevur peikað út sum brotsmaðurin er fríkendur fyri at hava framt brot á revsilógina í sambandi við skaðatilburðin.

Hvat kann ein fáa endurgjald fyri?
Endurgjaldið verður ásett eftir reglunum í “offererstatningsloven” og “erstatningsansvarsloven”(lóg um endurgjaldsábyrgd).
Eftir hesum reglum verður goldið endurgjald ella samsýning fyri heilsuútreiðslur, mistari arbeiðsinntøku, skaða á lutir, sviða og pínu (sjúkradagar), varandi/støðugt mein, tortur, endurgjald við deyða og útreiðslur til sakførara.

Endurgjald fyri skaða á lutir verður bert latin í serligum førum. T.d. kann endurgjald latast fyri klæðir og aðrar vanligar persónligar ognir og lítlar peningaupphæddir, sum skaddi hevði uppi á sær, tá ið persónskaðin hendi.

Tað skal viðmerkjast, at tað ikki er neyðugt at hava sakførara fyri at fáa sítt mál viðgjørt í Endurgjaldsnevndini. Endurgjaldsnevndin er ein partur av almennu fyrisitingini, og tí skal Endurgjaldsnevndin, við hjálp frá umsøkjaranum, sjálvt fáa til vega neyðugu upplýsingarnar.

Um umsøkjarin hevur fingið sær sakførara, kann nevndin avgera, at umsøkjarin heilt ella lutvíst skal hava endurgjald til sakførara útreiðslurnar.

Lættast er at søkja um endurgjald, við at nýta umsóknarblaðið hjá Endurgjaldsnevndini.

Løgreglan útflýggjar umsóknarblaðið í sambandi við at løgreglan viðgerð málið. Løgreglan hevur skyldu til at vegleiða einum um rættin til at fáa endurgjald.

Umsóknarblaðið skal ikki sendast Endurgjaldsnevndina, men skal sendast til løgregluna.

Tá løgreglan er liðug við at viðgera revsimálið og møguligur dómur er feldur, sendur løgreglan umsóknarblaðið saman við málsskjølunum í revsimálinum til Endurgjaldsnevndina.

Upplýsingar sum Endurgjaldsnevndin hevur tørv á
Í samband við sakarmálsviðgerðina hevur Endurgjaldsnevndin tørv á upplýsingum um brotið á revsilógina, og teir skaðar, ið brotsgerðin hevur viðført.

Endurgjaldsnevndin fær vanliga teir neyðugu upplýsingarnar frá løgregluni, oftast sum løgreglufrágreiðingar, dómar og læknaváttanir.

Um søkt verður um endurgjald fyriat hava mist persónligar ognir, arbeiðsinntøku o.t. skal ein tó sjálvur senda við kvittanir, lønarseðlar osfr. inn, sum skjalaprógv fyri kravinum.
 

Til top Sidst opdateret:  
Føroya Rættur seperatorC. Pløyensgøta 1 seperatorFO-110 Tórshavn seperatorTelefon: 311003seperatorEmail: post@sorinskrivarin.fo