Endamálið við rættarhjálpini er at bjóða fría løgfrøðiliga hjálp og ráðgeva einstaklingum.
Rættarhjálpin í Føroyum er mannað við løgfrøðingum, ið starvast hjá tí almenna, privatum fyritøkum og á advokatskrivstovum.
Øll kunnu venda sær til rættarhjálpina:
- Persónar í Tórshavnar kommunu skulu venda sær til skrivstovuna persónliga.
- Persónar aðrastaðni í landinum kunnu venda sær til rættarhjálpina pr. telefon, ella skriva/faksa til rættarhjálpina.
- Persónar, sum ikki eru førir fyri at møta upp persónliga, kunnu venda sær til rættarhjálpina gjøgnum telefon, faks ella skriva.
Hjálp verður ikki játtað í hesum førum:
-
Til vinnulívsfólk, um ráðgevingin snýr seg um virksemi.
-
Skrivlig hjálp fyri at gera ognarbrøv, veðbrøv, hjúnasáttmálar o.a
-
Mál viðvíkjandi ærumeiðing o.a.
Rættarhjálpin møtir ikki í rættinum
-
Rættarhjálpin kann ikki umboða teg undir einum rættarmáli
-
Vanliga møtir rættarhjálpin ikki í fúta- og skiftimálum
-
Rættarhjálpin kann hjálpa við at søkja um fría rættargongd og bjóða aðra vegleiðing
Rættarhjálpin hevur tagnarskyldu og allar áheitanir verða viðgjørdar í trúnaði.
Samband:
Rættarhjálp Føroya
Gongin 20
FO - 100 Tórshavn
Opið: týsdag, 18.00 - 20.00 & hósdag, 16.00 - 18.00
Telefon: 31 98 23
Fax: 31 98 33