Hop til indhold
Føroya Rættur

Rættarhjálpin 

Endamálið við rættarhjálpini er at bjóða fría løgfrøðiliga hjálp og ráðgeva einstaklingum.
Rættarhjálpin í Føroyum er mannað við løgfrøðingum, ið starvast hjá tí almenna, privatum fyritøkum og á advokatskrivstovum.

 

Øll kunnu venda sær til rættarhjálpina:

  • Persónar í Tórshavnar kommunu skulu venda sær til skrivstovuna persónliga. 
  • Persónar aðrastaðni í landinum kunnu venda sær til rættarhjálpina pr. telefon, ella skriva/faksa til rættarhjálpina. 
  • Persónar, sum ikki eru førir fyri at møta upp persónliga, kunnu venda sær til rættarhjálpina gjøgnum telefon, faks ella skriva.

Hjálp verður ikki játtað í hesum førum:

  • Til vinnulívsfólk, um ráðgevingin snýr seg um virksemi.
  • Skrivlig hjálp fyri at gera ognarbrøv, veðbrøv, hjúnasáttmálar o.a. 
  • Mál viðvíkjandi ærumeiðing o.a.

 Rættarhjálpin møtir ikki í rættinum

  • Rættarhjálpin kann ikki umboða teg undir einum rættarmáli
  • Vanliga møtir rættarhjálpin ikki í fúta- og skiftimálum
  • Rættarhjálpin kann hjálpa við at søkja um fría rættargongd og bjóða aðra vegleiðing

Rættarhjálpin hevur tagnarskyldu og allar áheitanir verða viðgjørdar í trúnaði.

Samband:
Rættarhjálp Føroya
Gongin 20
FO - 100 Tórshavn
Opið: týsdag, 18.00 - 20.00 & hósdag, 16.00 - 18.00

Telefon: 31 98  23
Fax:        31 98 33

Heimasíða hjá Rættarhjálp Føroya

Til top Sidst opdateret:  
Føroya Rættur seperatorC. Pløyensgøta 1 seperatorFO-110 Tórshavn seperatorTelefon: 311003seperatorEmail: post@sorinskrivarin.fo