Hop til indhold
Føroya Rættur

Innlit í mál 

Innlit í mál verður vanliga latið á tann hátt, at umsøkjarin fær avrit av skjølunum. Innlit kann tó eisini latast við at umsøkjarin sleppur at lesa skjølini ígjøgnum, um so er at umsøkjarin ynskir tað og rætturin metir tað vera hóskandi.
 

Partarnir í málinum:

Partarnir í einum máli hava rætt til innlit í skjølini.

 

Onnur enn partarnir:

Sambært rættargangslógini § 41, stk. 1, kunnu onnur enn partarnir fáa útskrift av dómum, rættarbókum og framløgdum skjølum, um tey kunnu vísa á rættarligan áhuga.

Í føroysku rættargangslógini er ikki nærri greinað, hvussu hugtakið rættarligur áhugi skal skiljast. Í donsku rættargangslógini sipar hugtakið til individuellan, munandi áhuga í einum ítøkiligum spurningi.

Rætturin kann í ávísum førum velja at taka nøvn og aðrar trúnaðarupplýsingar úr skjølum, áðrenn innlit verður latið.

 

Hvar skal umbønin sendast og hvat skal standa í henni:

Umbøn um innlit skal sendast til post@sorinskrivarin.fo ella Føroya Rætt, C. Pløyensgøta 1, Box 28, FO-110 Tórshavn, Føroyar.

Umbønin skal vísa til eitt ávíst skjal ella eitt ávíst mál, sum viðkomandi ynskir at søkja innlit í. Hetta við tí fyri eyga, at málsviðgerðin kann finna málið fram.

 

Kostnaður:

Rættargjald skal rindast av skjølunum, alt eftir hvussu nógvar síður talan er um. Rættargjaldið er 20. Kr. fyri fyrstu síðu, og harumframt 5 kr. fyri hvørja byrjaða síðu aftaná fyrstu síðu, sí lóg um rættargjøld § 48. Rættargjaldið skal rindast í seinasta lagið tá ið skjølini verða handað.

 

Innlit fyri fjølmiðlar:

Tað verður vanliga ikki hildið, at áhugin hjá fjølmiðlum í einum málið beinleiðis kann javnmetast við rættarligan áhuga. Um ein dómur hevur almennan áhuga, kann rætturin tó velja at síðustilla hetta við rættarligan áhuga, um ikki munandi atlit tala ímóti tí.

Til top Sidst opdateret:  
Føroya Rættur seperatorC. Pløyensgøta 1 seperatorFO-110 Tórshavn seperatorTelefon: 311003seperatorEmail: post@sorinskrivarin.fo