Hop til indhold
Føroya Rættur

Sterilisasatiónsnevndin 

Sorinskrivarin og landslæknin eru føddir limir (útnevndir við lóg).
Harumframt er nevndin samansett af 3 valdum limum, ið verða tilnevndir av Sundhedsstyrelsen í Danmark.

Teir valdu limirnir eru nú:

Yvirlækni, serlækni í kvinnusjúkum, Steintóra Samuelsen
Yvirlækni, serlækni í sálarsjúkum, Tórmóður Stórá
Jarðarmóðir: Jona Højgaard.

Uppgávurnar hjá sterilisatiónsnevndini
Sterilisatiónsnevndin viðgerð umsóknir um sterilisatión eftir lóg nr. 234 av 3. juni 1967 um sterilisatión.

Eftir § 2 í lógini krevst loyvi til sterilisatión, uttan so er, at serlig læknalig atlit gera tað neyðugt at fremja inntriv, kann sum í givið fall góðkennast av viðkomandi yvirlækna á Landssjúkrahúsinum  uttan at loyvi frá sterilisatiónsnevndini.

Tað er ásett í § 4 í lógini, nær sterilisatiónsnevndin kann loyva sterilisatión.

Umsókn
Umsókn um sterilisatión skal latast skrivliga  til sterilisatiónsnevndina. Umsóknin innihalda upplýsingar um:

1)      Hjúnalags-støðu

2)      Aldur hjá umsøkjaranum og møguligum hjúnafelagi.

3)    Tal av børnum og aldur teirra.

4)      Grunngeving fyri umsóknini.

5)      Bústað hjá umsøkjaranum

Eftir lógini skal fylgjandi leggjast við umsóknini:

a)      ein váttan frá kommunulæknanum hjá umsøkjaranum um, at læknin hevur vegleitt umsøkjaran um avleiðingarnar og vandan við skurðviðgerðini.

b)      eina váttan frá møguligum hjúnafelaga hjá umsøkjaranum, hvørt hann/hon er samd í inntrivinum ella ikki

Um umsóknin ikki inniheldur ynsktu upplýsingar, ella mangla váttanir, kann nevndin ikki viðgera umsóknina, sum verður send aftur til umsøkjaran. Nýggj umsókn kann latast inn.

Avgerð
Sterilisatiónsnevndin hevur vanliga fund annanhvønn mánaða, har allar umsóknir, ið er móttiknar síðani síðsta fund, verða viðgjørdar. Vanliga verður avgerð tikin beinanvegin á fundinum, og avgerðin hjá nevndini verður fráboðað umsøkjaranum og kommunulæknanum hjá hesum við brævi beint eftir fundin.

Eitt givið loyvi hevur gildið í 6 mánaðir.

Samband
Sterilisatiónsnevndin
c/o Sorinskrivarin
C. Ployensgøta 1
Postboks 28, 100 Tórshavn
Tlf.: 31 10 03

Skrivstovutíð kl. 9-15

 

Til top Sidst opdateret: 31-03-2017 
Føroya Rættur seperatorC. Pløyensgøta 1 seperatorFO-110 Tórshavn seperatorTelefon: 311003seperatorEmail: post@sorinskrivarin.fo